Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vágatíðindi

Kringvarpið: Føroya rættur er biðin um at avgera, hvør eigur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini á flogvøllinum, Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna.

Tað skrivar Kringvarpið.

- Sørvágs kommuna gav Vága floghavn loyvi at brúka farstøðina, hóast Brunaeftilitið ikki hevði góðkent hana.

- Brunaeftirlitið hevur stevnt, tí sambært eftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk. 

- Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, sum skal góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt, skrivar Kringvarpið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo