Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Hvussu býtt kunnu fólk vera?

“Tað er ein góður spurningur”, sum tey plaga at taka til, sum ikki duga at svara fyri seg.

Hesi seinastu fimmti árini hava vit útbygt okkara undirvísingarverk, soleiðis at allir føroyingar ganga í skúla í fyrsta lagi 9 ella 10 ár. Oman á tað 3 ár á miðnámi, og heilt nógv lesa uppaftur longur, so vit nú hava múgvur av bakkilorum og meistarum í øllum handa yrkisgreinum – og so omaná klekja vit á hvørjum ári doktarar: phd hetta og phd hatta.

Er vitanarstøðið hækkað hesi árini?

Hyggið at seinastu hersøguni!

Landsins kosnu samtykkja eina tunnilsverkætlan, eina íløgu, sum  í vavi svarar til, at danir og sviar skuldu bygt Oyrarsundssambandið (tunnil og brúgv) 30 ferðir.

Og so verður farið at bora – men hvagar skal grótið koyrast?

Tað hevur – eftir øllum at døma – eingin hugsað um, ella hvussu?

Eg meini so við: Hetta er ikki fyrstu ferð, at tunlar verða boraðir í Føroyum. Hvagar fór grótið? Hevur tað fríðkað um okkara land? Og tunlar eru boraðir aðrastaðni enn í Føroyum. Tað ljóðar, at fólk har hava verið so mikið at sær komin, at tey, áðrenn tey seta á at bora, vita, hvagar tilfarið, sum úr holinum kemur, skal koyrast.  Ið hvussu so er frættist einki um, at ein kommuna stendur við ábyrgdini, tá ið soleiðis er – tað ger tunnilsfelagið sjálvt, og tilfarið skal beinast burtur, so tað ikki skemmir umhvørvið.

Ein einsamallur flokkur hevði reinan meiriluta í Tórshavnar býráð farna valskeið. Hann var stórtøkin og beyð øllum flokkum nevndarformann, soleiðis at øll kundu verða sum eitt. Men hetta var ein vanlukka, tí á henda hátt fingu vit onga býráðsandstøðu í fýra ár – burtursæð frá seinastu tíðini, tá ið ein býráðslimur, eftir tí ið borgarstjórin helt, var vorðin so balstýrin, at stjórin rak hana og flokk hennara úr meirilutanum.

Gamli meirilutin gjørdist eftir valdagin 8. november 2016 minniluti í Tórshavnar býráð, men býráðsformaðurin legði ikki frá sær fyrr enn dagin fyri nýggjársaftan – minnist meg rætt. Í hesum tíðarskeiði tók Tórshavnar býráð nógvar týdningarmiklar avgerðir, sum skuldu gera stjórnartíðina hjá nýggja meirilutanum truplari. M.a. varð – haldi eg meg minnast - avgjørt at blaka grótið úr Eysturoyartunlinum inn á Sund – har búði jú bara ein maður, og ein maður munar ikki nógv móti einum sterkum býráði.

Eftir nýggjár høvdu tríggir flokkar skipað nýtt býráð í Havn, m.a. flokkurin, ið tveittur var úr samgongu skeiðið frammanundan. Hesin flokkur stóð seg væl á valinum, ikki minst av tí at hann røddi um at fara væl um náttúruna. Men nú málið um grótið á Sundi aftur tók seg upp, skifti hann støðu og tekur undir við nátturuoyðingini.

Vit tosaðu um vitanarstøðið.

Samanumtikið kunnu vit 20. juni 2017 staðfesta:

1. At gamli meirilutin, sum nú er minniluti,  er ímóti grótloysnini á Sundi, sum hann samtykti, meðan hann var meiriluti.

2. At fyrrverandi minnilutaflokkurin, sum var ímóti nátturuoyðing, nú – sum meiriluti – tekur undir við grótloysnini á Sundi.

Kunnu vit taka slík fólk fyri fult?

Kaldbaksfólk mótmæla, og tað er lætt at skilja.

Tey vísa – sum púra rætt er – á, at próvgrundirnar hjá verandi býráðsmeiriluta (sum eru arvur frá undanfarna býráðsmeiriluta) um, at fyllingin á Sundi er neyðug til at útvega virkisfúsum havnarborgarum vinnuøki, eru bluff, lótir, lump og svik.

Men onkur hevði kanska ynskt sær, at kaldbaksfólk vaknaðu eitt sindur fyrr.

Var tað ikki so, at tað júst vóru kaldbaksfólk, sum loyvdu tunnilsfelagnum at gera fyribils veg út á Kaldbaksnes, har kanningar skuldu gerast í sambandi við, at Eysturoyartunnilin skuldi borast?

Mistaki eg meg, vil eg fegin rættast.

Tað hevði kastað ljós á málið um hesa øru tunnilsverkætlan, sum vit nú síggja fyrstu keðiligu avleiðingar av (tær vera ikki tær einastu), setti kringvarpið tíð og orku av til at gera eina djúptøkna kanning. Og tá skuldi miðilin sum stevnu havt háttalagið, sum bretar plaga at taka til í málum sum hesum: “Fylgið pengunum!”

Hvør vann ella vinnur pengar:
1. Tá ið ætlanin fór fúkandi gjøgnum løgtingið?
2. Tá ið verkætlanin skuldi fíggjast?
3. Tá ið lendi verður ognartikið?
4. Tá ið amboð, ja, útgerð yvirhøvur skuldi flytast til Føroya?
5. Tá ið útgerð verður keypt?
6. Tá ið grót skal flytast?

Hetta er so ein byrjan.

Allir hesir væl útbúnu heilarnir munnu duga at finna upp á fleiri spurningar, og aðrir klókir heilar munnu duga at svara.

Í Bóndabrekku í Havn
20. juni 2017
Árni Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo