Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Niðanfyristandandi skriv er um íbúðarbygging á vestara landinum í Fuglafirði. Um tú ikki tímir at lesa meira um tað, so er vist best bara at gevast her!

Lat meg allarfyrst siga, at eg sjálvandi fegnist stórliga um, at tað nú sær út til, at eitt samt býráð fer at taka undir við hesi stórfingnu ætlan, sum varð skotin í senk í undanfarnu setu. Argastu mótstøðufólkini tá, eru júst tey, ið nú argumentera harðast fyri ætlanini. Ja, mangt er undarligt, men vit gleðast.

Hugskotið, at gera íbúðir niðri við sjóvarmálan á vestara landinum - sum vit siga her í Fuglafirði - átti Sigurð S. Simonsen, fyrrverandi borgarsjóri, og tað sá alment dagsins ljós tíðliga í 2015. Fyrstu ferð, málið er í býráðnum, og atkvøtt verður um tað, er í februar hetta árið. Vit 5 í meirilutanum atkvøða fyri, og tey 4 í minnilutanum, sum borgarstjórin eisini tá var partur av, atkvøða ímóti. Mikil orrusta tók seg upp, tí fólk vóru harðliga ímóti, at grót varð fylt á sjógv til planering, og at fjøran bleiv rørd og harvið oyðiløgd.

Á býráðsfundinum í apríl mánaði 2015 varð uppskot lagt fram um at broyta byggisamtyktina fyri nevnda øki frá at vera havnaøki til at vera bústaðarøki. 5 atkvøður fyri (altso sami meiriluti sum í feb.) og 4 atkvøður ímóti. Minnilutin fekk tó ta viðmerking í gerðabókina, at tey gott kundu tikið undir við uppskotinum, um hædd hevði verið tikin fyri fjørulutinum og neystabygging.!!

Á býráðsfundinum 10. des. 2015 varð uppskot lagt fram vegna meirilutan at gera eitt ávíst øki byggibúgvið áraka húsini hjá Kirstin Vørðhamar og út til tey fyrstu neystini. Men við fundarbyrjan  boðaði borgarstjórin frá, at hann tók málið av skrá m.a. við tí grundgeving, at tað átti at verið so væl lýst sum møguligt. Áðrenn hesin fundurin yvirhøvur  varð settur, "handaði Eivin Breiðaskarð borgarstjóranum skriv frá 188 borgarum, sum vilja gera vart við teirra støðu og ónøgd um tær ætlanir, sum eru frammi um at fylla út á vestara landinum. Eisini vilja tey við hesi innsavnan skjóta upp, at fjøran í Fuglafirði verður friðað og mest møguligt varðveitt, sum hon er skapt frá nátúrunnar hond." (Hetta seinasta er beinleiðis sitat úr gerðabókini frá nevnda fundi. fuglafjordur.fo)

Tað, sum síðani hendir, er m.a., at Umhvørvisstovan verður tengd upp í málið í januar 2016. Kanningarnar, ið teir skuldu gera, komu at taka tað mesta av einum hálvum ári, og tessvegna hendi onki meira. Kommunuval er í november, og nýtt býráð tekur so við 1. jan. 2017. Sigast skal afturat, at kommunan síðani fekk fulla góðkenning til ætlanina frá Umhvørvisstovuni. Tað høvdu vit eisini væntað framanundan.

22. desember í ár kemur so tíðindaskriv frá Fuglafjarðar kommunu, har lýst verður við eini ætlan at byggja 30 íbúðir. Og staðsetingin, hvar er hon? spyr forvitni lesarin sjálvandi. Jú, á neyvt sama staði, sum somu fólk arbeiddu við hond og fót ímóti í seinastu setu. Kortini, so fegnist eg nú yvir verandi gongd, men undrist kanska eitt sindur og hugsi, at mangt í hesari verð kann tykjast undarligt.

Tollaksmessudag á middegi er borgarstjórin, Sonni á Horni, so í tíðindunum í Kringvarpinum og fortelur um hesa glæsiligu ætlan, ið hann metir er eitt tað størsta framstigið fyri Fuglafjørð, og hann fortelur eisini, at framman fyri bygningarnar, sum liggja út til sjógvin, verður ein træbrúgv. Hetta er ein gongubrúgv fram við íbúðunum. Altso ongin fjøra. Nú kundi verið áhugavert, at onkur spurdi borgarstjóran ella varaborgarstjóran, sum nú eitur Eivin Breiðaskarð, og sum var heitasti talsmaður fyri at varðveita fjøruna, hvat teir siga til hetta. Eivin var t.d. í Degi og viku í des. 2015 saman við undirritaða, og tá argumenteraði hann sera væl fyri, at júst hendan fjøran mátti varðveitast, tí, sum hann segði, hetta var seinasta fjøran, ið er so nær bygdini. Ella hvat siga teir 188 fuglfirðingarnir, sum skrivaðu undir mótmælið? Er alt ok nú? Var tað kanska ikki so týdningarmikið við fjøruni kortini? Var tað kanska okkurt annað, sum dreiv verkið?  Men ikki tí - vit fegnast um, at okkara uppskot hevur vunnið frama, hóast vit kanska hugsa, at mangt í hesari verð altso kann tykjast undarligt.

Í okkara upprunaligu ætlanum lá hóast alt, at vit skuldu gera eina fjøru frammanfyri, sum heilt víst við tíðini kom at síggja vøkur og náttúrlig út.

Her til seinast fari eg at nevna eitt sindur um tekningarnar, sum nú eru vorðnar almennar í kunningini  frá kommununi.  Og her fari eg at gera eina langa søgu stutta. Hetta eru tekningar, sum Sigurð S. Simonsen og Dánjal Vang, sum tá var formaður í teknisku nevnd, fingu til vega í seinastu býráðssetu. Fyri at taka stig til hetta, blivu teir av borgarstjóranum klagaðir til kommunala eftirlitið, ivaleyst vegna onkran lítlan fótfeil, ið varð gjørdur. Men tað er nokk so stuttligt - ella komiskt kanska - at júst hesar tekningar nú verða brúktar og ikki minni lýstar sum tað størsta framstigið í Fuglafirði. Møguliga eri eg tann einasti, sum haldi hetta vera eitt sindur skemtiligt.

Men, sum sagt, eg gleðist og fari heilt víst at taka undir við hesi okkara ætlan, sum varð fødd og eisini nógv útskeldað í undanfarna býráði. Og lat meg eisini siga, at hetta als ikki er skrivað fyri at koyra salt í nakað sár, tí her faktiskt onki sár, men heldur fyri líkasum at lýsa málið úr mínum sjónarhorni eisini. Tað er ivaleyst mín skylda. - So nú verður tað vónandi og væntandi eitt samt býráð, sum koyrir hesa ætlan ígjøgnum.  

- Kortini, so undrast mann eitt sindur og hugsar við sær sjálvum saman við klóka abbanum í sanginum hjá Hans Andriasi, at "mangt er undarligt".

Gott nýggjár!

Eyðun á Lakjuni, fegin býráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo