Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Lesarin skrivar

Hevði ikki ætlað mær í nakað kjak um hetta, men tá ið tað beinleiðis er skeivt sum stendur í greinini í VP, noyðist eg at koma við eini rættleiðing.

Lat tað sláast fast við fimmtumma seymi, at tað eru  ikki  bjargingafeløgini, sum senda rokningar út til húsaeigarn.

Mannagongdin er tann, at tá ið skaðar eru hendir, ella vandi er fyri at skaðar kunnu henda – ofta orsaka av at fólk letur órudd og leysar lutir liggja og sløðast kring húsini – tá verður ringt til 112, sum síðan ringir út til brunaleiðaran í økinum – tað er hann sum sambart Tilbúgvingarlógina er átaksleiðari í økinum.

Síðan er tað brunaleiðarin, sum metir um hann hevur nóg mikið av fólkið at taka sær av hesum. Tá ið nógvir skaðar eru samstundis, so er ofta brúk fyri fleiri fólkum, og er tað tá brunaleiðarin, sum biður bjargingafelagið í økinum um hjálp.

Hvusssu verður avroknað, veit eg ikki heilt neyvt, men tað er gjørd ein avtala millum sløkkiliðini í Føroyum og tryggingarnar um hvussu avroknast skal.

Tað er tí avvarandi kommuna, sum sendir rokningina út til húsaeigaran fyri arbeiðið, og skal síðan húsaeigarin senda rokningina víðari til avvarðandi tryggingafelag – longri er tann søgan ikki.

Tað er kommunan/sløkkiliðið, sum  hevur neyðugt tilfar, so sum plátir, revlar, skrúvur, seym  o.a. í teirra bilum, og er brúk fyri meira útgerð enn teir hava, so fáa teir ofta togendar og trol frá bjargingafeløgunum.

Brandleiðarin skrivar upp, hvussu nógvir manntímar og tilfar eru nýtt/ir til tær ymisku uppgávurnar, og út frá hesum verður rokningin skrivað.

Brandmennirnir, sum eru settir av kommununi, fáa sjálvandi sína tímaløn, meðan bjargingafólkini sjálv, fáa ikki eina krónu fyri teirra sjálvboðna arbeiðið.

Bjargingafeløgini fáa pening fyri nýttar manntímar, men tann peningurin fer ikki til bjargingamennirnar, men verður vanliga nýttur til útgerð og dagføring av útgerð hjá bjargingafeløgunum.

Tað er tí sera harmuligt at lesa eina slíka grein, fulla av ósannindum.

Okkara sjálvboðnu fólk leggja nógv fyri at hjálpa øðrum og við hvørt ikki uttan lívsvanda, og sum nevnt, uttan at krevja eina krónu fyri hetta.

Gamalt orðatak sigur “Ótakk er verðsins løn”.

Vónandi er hetta nú rætta.

Regin Jespersen
Formaður Vága Bjargingafelag og Landsfelagið fyri Bjargingafeløgini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo