Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Tá ið Ingunn Eiriksdóttir var fyrisitingarstjóri í Tórshavnar kommunu, so keypti hon eisini møplar við meira, men tá var tað frá Nema, og var maðurin kontaktpersónur.

Tað vísur innlit sum VP hevur fingið í tveir fakturar, sum síggjast niðanfyri.

Upphæddin sum keypt var fyri tá í 2015, er nakað væl minni enn møpla-keypið, sum núverandi stjóri í Betri-Trygging, tá keypt eisini var frá manninum.

Møplar við meira í 2015 var um 40.000 pluss mvg, meðan møpla-keypið sum stjóri í Betri Trygging var um 265.000 kr.

Løgfrøðingurin hjá Tórshavnar kommunu, Majbritt Lamhauge, sigur í svarinum til innlitsumbønina hjá VP soleiðis:

- Tórshavnar kommuna er komin fram á tveir fakturar, ið snúgva seg um keyp av møplum til skrivstovuna hjá Ingunn Eiriksdóttir. Fakturarnir eru frá Nema, og er talan um keyp av stólum v.m. frá hesi fyritøku.

- Talan er um keyp, ið er avgreitt í samráð við táverandi kommunustjóra, Ingibjørg Berg, og er talan um somu møplar, sum frammanundan vóru á skrivstovuni hjá kommunustjóranum og meinlíkir møplunum, ið eisini eru keyptir til skrivstovurnar hjá trivnaðarstjóranum og tekniska stjóra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo