At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Setti meg frammanfyri SV í kvøld (sunnudkvøld 10. juni) at hyggja eftir andaktini við Tór-Ingar Akselsen.

Men Gud hjálpi mær byrjaði hann at lesa úr hesi Gudleysu bók “Nýggi Sáttmálin”.

So frægur var hann tó, at hann fekk seg ikki at siga tittulin á Apostlasøguni, sum hon eitur í NS, men segði Apostlasøgan 1.6.... liðugur at lesa sløkti eg SV.

Havi roynt at tala hesar menn tilrættis, ið hava ábyrgdina av at NS er komin út, men alt til fánýtis, har er ikki annað væntandi, tíverri. 

14. mai møtti eg Paula Høj á Vaglinum, tá skuldi hann saman við øðrum hátíðarhalda, at Ìsrael hátíðarhelt sjeyti ára dagin síðani tey høvdu fyngið landið aftur.

Eg spurdi um hann ikki enn hevði tikið frástøðu frá NS, men svaraði hann mær: ”Vælsignaður maður kom víðari, tað eru bakatellir, tú hongur teg í”.

Hann tók fult og heilt undir við NS. Tvs. at hann sigur, at tað er í lagi, at rangsnúgva Orð Guds, og tú kanst leggja afturat, ella taka burturav sum tú nú finnur fyri gott.

Tað er ikki tað Bíblian lærir.

Hoyrdi nú um dagarnir at sami maður er bjóðaður til Ísrael, ja, í Knesset, og hann kallar seg Ísraels vinur.

Sjálvur heldur hann tað vera í fínasta lagi, at Ísraels Land ikki finst í NS, sjálvt um tað er nevnt 8 ferðir á frummálinum.

Eisini sigur hann, at tað er ok at 47 ferðir er Ìsrael strikað úr NS hóast tað stendur í grundtekstinum 72 ferðir.

Er hetta at vera vinur Ísraels?

Eg spyrji bara, eg haldi ikki.

Til tykkum, ið savnast í Kelduni, Harrin signið tykkum, men takið hetta upp við Paula Høj til viðgerðar, hann er ein villeiðari, ið stuðlar slíkari falsan.

Eg vil gjarna verða við um tit ynskja tað og vísa fleiri hundrað feilir í hesi vanæruligu bók.

Immi Dam

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo