Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Andaktir

“Nei, eg trúgvi ikki á kristindómin, men eg trúgvi á Kristus”. Orðini eigur týski rithøvundurin Heinrich Bøll (1917-1985). Fjølmiðlafólk spurdu um hansara støðu til kristindómin, um hann metti, at kristni boðskapurin hevði nakað at siga í samtíðini.

Heinrich Bøll svaraði, at tað valla var skilagott at tosa um kristindóm, tí hugtakið fevndi ov breitt og gav onga einvísa ábending. Talan var um mótstríðandi áskoðanir, og tær ymisku fatanirnar lótu seg valla samskipa. Viðhvørt vóru kristin fólk í opnum stríði hvør móti øðrum, og tað í sær sjálvum styrkti ikki støðuna. 1)

Vit kenna henda veruleikan frá heimssøguni, og vit kenna søguna her á landi. Tíbetur dugur kristnin nú á døgum betur at virða hvør annan. At vit sýna virðing hvør fyri øðrum er okkum álagt í skriftini.

Vit, ið mynda kirkjur og samkomur, mega varnast vandan, at orðini kunnu verða innantóm. Vit hava lyndi at nýta orðingar upp í saman uttan at hugsa um, hvat tað veruliga er, ið vit siga. Endurtøkan er neyðug, men vit mega samstundis vera tilvitað.

Kristindómurin kann lættliga gerast kendur fyri slagorð, uttan at innihaldið veruliga nemur sinnið. Vit mega hoyra Andans rødd, so Guðs orð livnar í okkum sjálvum og veður borið menniskjum sum ein viðkomandi og persónligur boðskapur. Vit mega hoyra Andans rødd, so vit bera Guds orð út til fólkið, ikki einans okkara egna útvalda setning, men Guðs orð í síni nøgd og fyllu.

Skilagott er at varnast líkleikan og munin ímillum kristindómin og Kristus. Onkuntíð fáa vit at vita, at vit ikki eru virðilig umboð fyri Meistaran. Tey neiligu skotsmálini eru óivað partvíst sonn. Vit mega ikki fara í sjálvverju. Vit eiga at tola atfinningar og umhugsa, hvussu vit umboða Meistaran á bestan hátt.

Aðrar tíðir eru vit andaliga strongd av rákinum í tíðini og meta, at skriðan loypur. Vit umrøða í úrvali nøkur serlig etisk øki, meðan annað verður at kalla ónevnt.

Serliga umrøðu hava tey kristnu virðini fingið. Úrvalið av evnum hevur havt slagsíðu. Talan er aloftast um hjúnalagið, meðan onnur mál t.d. arbeiðsmarknaðurin, tey sosialu og fíggjarligu økini hava ligið ónomin.

Nevndu kristnu virðini eru ein týðandi arvur, men nýtslan av hugtakinum hevur smalkað sjónarringin, ið veruliga eigur at mynda tey kristnu. Heldur áttu vit at lýst og umrøtt alt tað, ið eigur at eyðkenna kristin fólk, – tað, ið fylgir við ella hongur uppí.  Ápostulin kallar hesi eyðkenni fyri ávøkstur andans.

Sum kristin mega vit vaksa og búnast og bera frukt í tolni. Hetta er Heilaga Andans gerningur í hjørtum várum. Vit eiga at vaksa trúarinnar vøkstur, so Kristus er okkara hjartamál heldur enn okkara egna fatan av kristindóminum.

Tey kristnu eyðkennini eru millum annað: “Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri og fráhald.” (Galatabrævið 5,22). Listin yvir tað, ið eigur at eyðkenna trúgvandi, er væl longri enn okkara dagliga umrøða av kristnum virðum.

Tey kristnu eyðkennini hava gagnliga ávirkan á umhvørvið. Miðdepilin í kristnari hugsan er kærleikin til Guðs og næstan. Í roynd og veru víðka tey kristnu eyðkennini sjónarringin, so bæði kend og fremmand eins væl og vinir og fíggindar kunnu njóta ágóðan av ávøkstri andans.

Har kærleikin ræður er gott og fjálgt. Har gleðin hevur innivist er liviligt. Har friður valdar, trívast menniskju og sita væl um sátt.

Langmóð økir um tollyndi mótvegis øðrum. Mildi gagnar teimum, ið vit umgangast. Góðvild nørir um vælveru og trivnað. Trúskapur er vegurin til varandi eydnu bæði í kirkju, á arbeiðsplássi og í tí heimliga.

Spakføri elur álit, ikki minst tá ið lívið hevur eina avbjóðing. Fráhald skapar ró í nærumhvørvinum.

Kristnu eyðkennini gagna eyðvitað hinum einstaka, men endamálið liggur altíð uttan fyri mín egna persón. Aðalmálið er at tæna Guði við at tæna øðrum. Fokus verður flutt frá sjálvgleði og sjálvgóðsku til eina hugsan, ið gagnar fjøld av fólki.

Tá ið vit umrøða tey kristnu virðini, er tónin mangan neiligur. Vit eru í verjustøðu og síggja vandan í durunum. Tey kristnu virðini verða á ein hátt tvunnin saman við okkara egnu sjálvsfatan og neiligari umtalu av øðrum, ið ikki eins og vit verja borg.

Tey kristnu eyðkennini byrja við Guðs gerningi í hinum einstaka og ynskja, at Kristus í mær skal gera tað liviligt hjá øðrum. Tað er ein frígerandi støða, og møguleikin fyri gagnligari ávirkan er óendaligur. Hann, ið byrjað hevur sín góða gerning í okkum, vil fullføra gerningin til Jesu Krists dag.

Trúarinnar fruktir vaksa av sær sjálvum. Tær er verk og ávøkstur Heilaga Andans, tí av sær sjálvari ber jørðin grøði. Trúarinnar eyðkenni vísa til hansara, ið er góðskunnar upphav í tí jarðliga, tann guddómligi Kristus. Amen.

Orðið: “Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni.” (Matteus 5,16).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:
Knud Hansen, “Den signede stund, den midnatstid”, Forlaget Mimer, Hadsten 2012, bls. 31-37.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo