Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Útlendis ítróttur

Gareth Bale (26) sleppur ikki at koyra í Lamborghini, skrivar The Sun.

Tíðindini verða siterað í øðrum stórum miðlum sum The Mirror í Onglandi, Aftonbladet í Svøríki, Dagbladet í Noregi og Abola í Portugal.

Sambært The Sun rindar Real Madrid-leikarin um 390 000 krónur hvørt ár fyri at leiga luksusbilar.

Nú sigur hann hesa avtaluna upp, eftir boðum frá Real Madrid.

Og orsøkin til at hann má gevast við at koyra í luksusbilum er tann, at tað er ikki gott fyri lærvøddarnar.

Skjótir og lágir bilar hava ringa ávirkan á lørini, og ringast er Lamborghini, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo