Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

- Í samband við kanningararbeiðið, sum Løgreglan setti í verk í niðurbrenda virkinum hja Varðanum Pelagic á Tvøroyri, er ikki møguligt at nágreina, hvør orsøkin er til at eldur kom í bygningin, sigur leiðarin í Kanningardeildini hjá løgregluni.

Løgreglan er komin fram til, at eldurin er uppstaðin í økinum, sum varð brúkt til pakking.

- Sveisiarbeiði við CO2 var á tí staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum.

- Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakað brek við skipanini.

- Løgreglan metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreinuliga, hvør orðsøkin til eldin hevur verið, sigur leiðarin í Kanningardeildini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann