Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

”Subsidy is for art. For culture. It is not to be given to what the people want. It is for what the people dont want, but ought to have”.

Soleiðis tekur politiski embætismaðurin Humphrey til í bretsku seriuni Yes Minister, í einum kjaki um hvørt listin er sjálvskrivað sum avtakari av skattakrónunum hjá Palleba.

Henda satirurøð er sum tikin úr leikum her í Føroyum, har ein javnan spyr seg sjálvan um listafólkini eru til fyri okkum skattgjaldarar, ella vit skattgjaldarar eru til fyri listafólkini. 

Nú eitt kvøldið var ungur listamaður at síggja í D&V, har hann bar fram harmljóð um at almenna játtanin til list í sambandi við útbyggingina á Lsh á 2,6 milliónir var ov lítil til tey 5 listafólkini.

Nú kenni eg ikki býtislykilin hjá hesum 5, men um tað var javnt býtt, var ein góð hálv millión í part. 

Hesin sami listamaður fekk á heysti 2018 játtað ikki minni enn 3 ára starvsløn frá tí almenna (Sí mentanargrunnur.fo).

Men tá tað kemur til list og stuðul, so er einki óført og somu politikarar sum hava leikað í um at nú skulu marknaðarkreftirnar stýra fiski og alivinnuni, koma kropp av kroppi at hækka játtanina til mentanargrunn landsins, og stovna nýggjar grunnar so sum listafólkalønargrunn, filmsgrunnn, íverksetunargrunn til listafólk og yrkisleiklistargrunn. 

Hvat høvdu allir hesir pengar ikki kunnað gjørt tað liviligari hjá meiniga skattgjaldaranum her í Føroyum.

Ella hjá einligu uppihaldarunum ella til bygging av tiltrongdum barnaheimi.

Men nei, heldur velja okkarar politikarar at forera teir til fólk, sum av onkrari orsøk ikki vilja hava eitt borgarligt starv við síðuna av sínari hobby.

Tí hobby má tað jú nevnast, tá tey opinbart ikki kunnu liva av tí. 

Og ongantíð betur enn um móttakarin býr og virkar uttanlands, og einans kemur her á klettarnar av og á at hótta mentamálaráðharran við kastrering, fyri síðani at sessast í flúgvaranum við einari góðari ársløn í bagasjuni. 

Niklas R. Jacobsen
Hoyvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo