Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Politikkur

Ivi er sáddur um alt er farið rætt fram í bókhaldinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, og ein uttanhýsis grannskoðarafyritøka er biðin um at kanna umleið 13.700 skjøl, sum eru partar av bókhaldinum. Skjølini eru frá tíðarskeiðnum 1. januar 2018 til 30. apríl 2019, tá ráðið skifti bókhaldsskipanina út.

Norðurlendska Ráðharraráðið hevði í tíðarskeiðnum eina samlaða upphædd uppá 1,3 milliardir krónur at ráða yvir. Pengarnir eru játtaðir av londunum sum hava umboðan (Danmark, Noregi, Svøríki, Finnland og Ísland).

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur høvuðssæti í Keypmannahavn, og tað er danska ríkisrevisiónin sum hevur tikið stig til at kanna ymisk viðurskifti nærri, skrivar Altinget.

Ógreiðu viðurskiftini hava beinleiðis samband við, at ráðið skifti bókhaldsskipan í apríl 2019.

- Ríkisrevisiónin hevði ymsar viðmerkingar til ársfrágreiðingina fyri 2018, og tað er orsøkin til, at ein uttanhýsis grannskoðarafyritøka er biðin um at kanna hesi viðurskifitni nærri, sigur Mary Gestrin, sum stendur fyri samskiftinum hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Føroyar hava limir í Norðurlandaráðnum men í Ráðharraráðnum hava Føroyar eygleiðarastøðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo