Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Magnus Carlsen kom fyrstur til tíðindafundin eftir tapið móti Sergej Karjakin í áttanda HM-talvinum. Norðmaðurin var sitandi í fleiri minuttir og stærdi út í tóman heim, skilliga merktur av tapinum, skrivar NRK.

Men tá Sergej Karjakin ikki kom fram, orkaði norðmaðurin ikki at bíða.

«Eg havi ongan hug at sita her og bíða eftir honum» segði Carlsen við Espen Agdestein.

«Hetta tími eg ikki», segði hann uppaftur.

Reisti seg og fór avstað.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo