Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Við einum lítlum almennum skrivi í Vágaportalinum 15. oktober 2017 (kemur vónandi eisini í Sosialin) royndi eg at lýsa orsøkina til, at okkara sjúkrahúsverk í fleiri ár hevur verið og framhaldandi verður pínt av peninganeyð.

Eitt fyribrigdi sum so líðandi tók seg upp 1. januar 2002.

Undirritaði telist millum tey fáu enn á lívi, sum mannaðu tænastumannanevndina, sum skuldi gera fyrireikingar til Løgtingið og Fólkatingið: Skráseting av allari almennari fígging, sum á ein ella annan hátt hevði rørslu í okkara lítlu, men sera kompleksu samfelagsskipan: Ein gomul skipan við rættiliga fløktum mánaðarligum uppgerðum og ymiskum ársroknskapum við inntøkum og útreiðslum sundurliðað við millumrokningum millum landskassan, ávísar stovnar, 51 kommunur og ríkiskassa alt við støði í lógum, kunngerðum, reglugerðum og skrivligum instruksum.

Hesin labyrintur kravdi roknskaparligt vit og skil og professionella grannskoðan so at siga dag um dag.

Tað var hetta gamla, fløkta bureaukratiið, tænastumannanevndin skuldi kortleggja.

Tað politiska úrslitið av hesum varð, at tað gamla bureaukratiið í stóran mun hvarv, og ein blokkskipan kom í staðin fyri virkandi frá 1. januar 1988 við uppískoytum eini 5 ár seinri.

Við míni vitan um, hvat ríkiskassablokkurin í roynd og veru er, havi eg við fleiri lesarabrøvum og við fyrilestrum í Havn og í Klaksvík roynt at upplýsa eitt sindur um, hvussu blokkurin varð til, og hvussu oyramerktur hann er til Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og Serforsorgarverkið (og Skúlaverkið fram til 1. januar 2002).

Í Vágaportalinum sama dag eru nakrar dámligar viðmerkingar til nevndu grein, sum eg valdi at kallað  Ein Skandala, men ein ódámlig viðmerking stóð har karakteriserað við ”Ilt eyga kann einki gott sjá…”.

Eins og navnframi humoristurin Albert Engstrøm var okkara heimskendi William Heinesen av teirri áskoðan, at humor og speisemi í givnum løtum kann gera sorg og mótrák í tilveruni eitt sindur lættari at bera.

Jarðarferðin var yvirstaðin, og líkfylgið fór so líðandi til ervið, sum prestur hevði kunngjørt.

Tveir gamlir menn, oldingar á 90 ára aldri, fóru varliga fram at grøvini, har vinmaður teirra lá í kistuni.

Stóðu eina løtu í tøgn.

So teskar annar: Nú er ikki annað at gera enn at fara aftur til hús.

Hin svarar eisini teskandi: Kann tað betala seg.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo