Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Eftir at hava hoyrt um negativ vakstrartøl í fleiri ár er nú ljós fyri endan á tunlinum, tað heldur Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF í nýggjari forsøgn sum júst er kunngjørd.

- Ja, vøksturin í heimsbúskapinum fellur úr 3,6% í fjør niður í 3,3% í ár, men síðani fer at ganga rættan veg aftur. Vit vænta at vøksturin næsta ár aftur fer at vera 3,6% og har fer hann at liggja í fleiri ár, sigur Gita Gopinath, sum er ein av stjórunum í IMF í samband við nýggju frágreiðingina.

Tjóð - og miðbankar í stóru búskapunum, eitt nú USA, ES, Japan og Stórabretlandi hava boðað frá lagaligum politikki. Men vandar lúra alla tíðina í havsbrúnni, og IMF nevnir handilsstríðið ímillum USA og Kina, USA og ES og Brexit sum vandar fyri heimsbúskapin.

Í longdini fer vøksturin í heimsbúskapinum at liggja á umleið 3,5% og hann fer fyrst og fremst at hvíla á búskapunum í fólkaríkastu londunum í heiminum, Kina og India.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo