Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Onnur tíðindi

Í tríggjar mánaðir er ikki ein tann einasta genta fødd í 132 indiskum bygdum.

Trupulleikin er ikki nýggjur í landslutinum Uttarkarshi har norðuri í landinum, og nú eru myndugleikarnir farnir at kanna hvussu tað ber til, at so nógv fleiri dreingir verða føddir.

Ein illgruni er, at tað eru ólógligar fosturtøkur sum gera, at lutfallið ímillum fødd dreingja- og gentubørn er so ógvusliga stórt. Trupulleikin við selektivum fosturtøkum er stórur í India, men síðani 1994 hevur tað verið forboðið at taka fostrið bara vegna kynið.

Í fjør segði ein frágreiðing, at í landinum eru 21 milliónir gentur, sum eru "óynsktar" av foreldrunum, og tær enda oftani í stórum fátækdómi verða útstoyttar av familjuni, tí foreldrini ynsktu sær ein drong.

- Vit fara næstu seks mánaðirnar at hava eyguni eftir hesum bygdunum fyri at vita, hvat tað er sum gongur fyri seg, sigur ein ovasti í landslutinum við tíðindastovuna TNN.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo