Í mínum arbeiði á sjógvi og landi havi eg hitt teir bestu gentilmenninar í ketildrakt og teir størstu skálkarnar í 'kjóla og hvítt'
- Richard B. Thomsen í Dansk Forfatterforening
Politikkur

Í dag og í morgin vitjar danski útlendinga- og integratiónsmálaráðharrin Inger Støjberg í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, er vertur fyri vitjanini. Á fundi í Tinganesi seinnapartin umrøddu tey gongdina í arbeiðinum at yvirtaka útlendingaøkið.

“Vit kunnu staðfesta, at arbeiðið at yvirtaka málsøkið nú gongur væl. Fleiri spurningar viðvíkjandi familjusamanføring og uppihaldsloyvum eru avgreiddir, men enn eru ivaspurningar á týðandi økjum eftir at greiða. Vit eru samd um at seta neyðugu orkuna av fyri at greiða teir sum skjótast,” siga Poul Michelsen og Inger Støjberg eftir fundin.

Millum spurningarnar er málið um marknaðeftirlit, sum skal gerast í samstarvi við Schengen.

Útivið 1300 útlendingar búgva í Føroyum, umframt teir, sum eru úr Norðurlondum. Seinastu árini eru fleiri átøk sett í verk á integratiónsøkinum, sum er á føroyskum hondum.

“Arbeiðið at yvirtaka útlendingamál er nú komið so langt, at vit so smátt fyrireika okkum at umsita málsøkið útlendingarmál og integratión. Tørvur er á politiskum átøkum og eini integratiónslóg fyri at tryggja, at útlendingar fáa tey rættindi og røkja tær skyldur, sum skulu til fyri at integratión skal eydnast væl, og samlað gerast eitt virkið íkast til føroyska samfelagið,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Í morgin vitjar Inger Støjberg alifyritøkuna Luna í Sørvági og síðan gongur leiðin í Mykines, áðrenn hon fer aftur til Danmarkar í annaðkvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo