Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Onnur tíðindi

Ingunn Eidesgaard er sett sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Ingunn er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur seinastu 4 árini starvast sum deildarleiðari á Traðarlon á Boðanesheiminum.

Harumframt hevur Ingunn starvast innan demensøkið, eins og hon í fleiri ár starvaðist á Familjudepilinum hjá Almannaverkinum.

Ingunn verður eindarleiðari fyri Lágargarð, Tjarnargarð og Heimið í Vallalíð.

Ingunn tekur í løtuni diplomútbúgving í leiðslu. Hon byrjar í starvinum 11 feb. 2019.

Á myndini sæst Ingun Eidesgaard í miðjuni saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Eyðfríð Jacobsen, heilsustjóra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo