Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Vinna

Hagstovan: Vit innfluttu fyri 1,6 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 250 mió. kr. ella 13% minni enn somu mánaðir í fjør. Tað er serliga innflutningurin av skipum og flogførum, sum er minkaður, og hyggja vit at innflutninginum uttan skip og flogfør, er minkingin 2%.

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin mest, meðan innflutningurin av tilfarið til annan ídnað og brennievni eisini er vaksin, tó ikki so nógv.

Tað er minni innflutt til hav- og landbúnað og eisini av rávøru til fiskavirking. Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er tann sami sum í fjør.

Útflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var væl minni enn í fjør. Vit útfluttu fyri 2,2 mia. í fjør og fyri 1,8 mia. í ár.

Tað er serliga uppsjóvar sløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt minni av, meðan útflutningurin av svartkjafti er eitt sindur hægri.

Í nøgd er samlaða minkingin av hesum fiskasløgum útvið 40%, og virðið er minka góð 50 %.

Virðið av útflutta laksinum er eisini minkað, hóast nøgdin er eitt sindur hægri enn í fjør.

Trýst á myndirnar niðanfyri og tær verða størri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo