At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Eitt innbrot hevur verið í Havn í nátt.

Talan er um, at onkur hevur brotið inn í bygningin hjá Demich, sum er við gamla Velbastaðvegin í Vesturbýnum.

Kringvarpið skrivar, at tjóvarnir eru slopnir inn í pengaskápið við rætta lyklinum og hava stolið tað, sum var av peningi har.

Ikki er greitt, hvussu nógvur peningur talan var um.

Vakthavandi á løgreglustøðuni sigur, at enn er eingin undir illgruna fyri innbrotið, men at slóðir eru tryggjaðar á staðnum.

Innbrotið varð staðfest um 8-tíðina í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo