Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Vinna

Handilin The Pier sum í nøkur ár hevur hildið til á Smyrilsvegi í Havn er farin á húsagang.

Annfinn V. Hansen, sum er bústjóri, upplýsir, at talan er um sjálvbodnan konkurs og at tað eru nakrar vikur síðani at handilin lat aftur.

Sambært roknskapunum er samlaða hallið í seks ár 2,5 mió kr.  Felagið lat ongan roknskap inn í fjør. Eginpeningurin við ársenda 2016 var minus 2,3 mió kr. Tá vóru krøvini frá kreditorum 6 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo