Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Lars Olsen, landsliðvenjari hjá Føroyum, viðurkennir, at føroyska landsliðið hevur havt tað trupult við innleggum og deyðbóltum hesar síðstu dystirnar.

Føroyska liðið misti mál uppá innlegg ímóti bæði Malta og Rumenia í mars og nú aftur í kvøld ímóti Spania á Tórsvølli. 

- Hetta er ein trupulleiki, og eg eri keddur av hesum. Vit hava verið betur til at verja okkum ímóti innleggum og deyðbóltum, men vit royna at venja okkum burtur úr hesum trupulleikanum - tó at hetta ikki er lætt, segði Lars Olsen á tíðindafundinum eftir dystin ímóti Spania.

Málið, sum sipað verður til í hesum sambandi, er 0-1 málið hjá Sergio Ramos í 5. minutti, tá Real Madrid verjuleikarin kom at standa púra einsamallur við Halli Hansson.

Lars Olsen vísti í aðrar mátar á, at hann var sera keddur av byrjanini av dystinum, har Spania kom á 2-0 eftir 18 minuttir.

- Men tað fyrsta korterið av seinna hálvleiki eri eg sera væl nøgdur við. Tá trýsta vit teir høgt uppi á vøllinum, men tíverri eru tað teir, sum skora til 1-4.

- Teir vunnu væl uppiborið og eru eftir mínum tykki tað besta liðið í heiminum til at halda uppá bóltin, segði Lars Olsen millum annað.

Virkandi spanski landsliðsvenjarin Robert Moreno helt í sínum lag fyri eftir dystin í kvøld, at spaniólar vóru óttafullir fyri, hvat kundi henda, eftir at Føroyar høvdu minkað um munin til 1-2 í 29. minutti.

- Tað eru eingir smáir kappingarneytar í fótbólti, og vit eru glaðir fyri at hava vunnið, helt Moreno fyri.

Spurdur, um hann var nøgdur við verjuspælið hjá liðnum hjá sær - havandi í huga at Føroyar, sum eru ímillum veikastu tjóðirnar í Evropa, megnaði at skora eitt mál og mundi minkað um munin til 2-3 tíðliga í seinna hálvleiki - svaraði hann:

- Hetta er fótbóltur. Vit spæla offensivt og satsa nógv frameftir. Tað hevði verið betur, um vit ikki mistu málið, men vit liggja á odda í bólkinum og vunnu dystin í kvøld.

Spania vann dystin 4-1 eftir at hava verið á odda 3-1 í hálvleikinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo