Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Innlendis ítróttur

Í gjárkvøldið byrjaðu innleiðandi umførini í einmansleiki í badminton hjá kvinnum og monnum. Kappingin gekk skjótt og gott - og tá ið klokkan nærkaðist 22 var greitt, hvør skal spæla finalurnar.

Nógvir góðir og spennandi dystir vórðu leiktir. Og vóru leikararnir sera uppsettir at gera sítt allarbesta á vøllinum.

Hálvfinalurnar hjá kvinnunum og monnum blivu eisini leiktar í gjárkvøldið.

Hjá kvinnunum komu Gunnva Jacobsen, Adhya Nandi, Rannvá Djurhuus Carlsson og Alma K. M. Pedersen í hálvfinalurnar. Og hjá monnunum vóru tað Bartal Poulsen, Magnus Dal-Christiansen, Benjamin Gunnarstein og Árant á Mýrini.

Finalan hjá kvinnunum verður millum Adhyu Nandi, HBF og Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF. Og hjá monnunum hittast Bartal Poulsen, MBF og Benjamin Gunnarstein, HBF. Finalurnar verða spældar í Stórhøllini á Hálsi leygardagin.

Í  dag er tvímansleikur hjá kvinnum og monnum og blandaður tvímansleikur á skránni. Byrjað verður kl. 17.00 í badmintonhøllini í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo