Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Gjøgnum nærum trý fjórðings øld hava vit á el-orkuøkinum havt eina solidariska skipan við einum felagsskapi, sum vit øll eiga og øll njóta gott av, nevniliga Elfelagið  SEV.

Hesin felagsskapur, ið var stovnaður beint eftir kríggið av føroyskum kommunum,  hevur roynst okkum væl, og hevur stóran part av æruni av, at Føroyska samfelagið kundi mennast til eitt framkomið og nýmótans samfelag við øllum teimum hentleikum og fyrimunum fyri einstaka borgaran, sum hetta nú einaferð inniber.

SEV er ein sokallaður “non profit” felagsskapur, har alt yvirskot og allur ágóði kemur brúkarunum til góðar.

Tá íløgur verða gjørdar, so er tað ikki fyri at skapa vinning fyri ávís kapitaláhugamál, men fyri at gagna brúkarunum og veita honum so bíliga og lætt atkomuliga  orku sum møguligt.

Hetta ger seg eisini galdandi fyri íløgur á vindorkuøkinum. Hóast lagt verður upp fyri ávísum vinningi í tilboðum hjá SEV í sambandi við vindorkuútboð soleiðis, at tilboð hjá SEV kunnu sammetast við tilboðini frá øðrum, so verður einki goldið út til eigararnar hjá SEV. Í staðin kemur møguligur vinningur elveitingarkervinum og brúkarunum til góðar.

SEV hevur eisini eina aðra minst líka so týðandi skyldu, og er tað veitingartrygdin. Uttan trygd á elveitingarøkinum steðgar samfelagið upp. Til hetta krevjast stórar íløgur, ikki bara í orkuverk og net, men ikki minst í allan tann tekniska útbúnað, sum tryggjar eina varandi og støðuga orkuveiting allar 24 tímarnar í døgninum, alt árið.

Grøna orkuútbyggingin
Í hesum tíðum við veðurlagsbroytingum og umhvørvishóttanum frá fyrilitaleysari nýtslu av olju og koli og øðrum dálkandi evnum í orkuframleiðsluni, er grøna orkan av álvara komin á breddan, sum alternativ til verandi orkukeldur.

Neyðugt er sostatt við munandi útbyggingum av elorkuni tey næstu komandi árini, soleiðis at Føroyar gerast “grønar”, sum tað so vakurt eitur, - longu í 2030.

Natúrliga valið er tí sjálvsagt, at farið verður undir eina munandi útbygging við vindmyllum í Føroyum.

SEV hevur longu sett skjøtil á hesa útbygging við vindmyllunum á Eystnesi og í Húsahaga.

Ætlanin er eisini at halda somu kós við fleiri og størri orkuútbyggingum, bæði tá tað snýr seg um sjálva vindorkuna, men ikki minst vindorkupumpuskipanum, har vindurin verður nýttur til at pumpa vatnið upp í byrgingar, sum síðani kann gagnnýtast aftur  í nógv størri vatnorkuverkum enn vit hava havt higartil.

Liberalisering av orkuframleiðsluni
Hóast almengagnligi kommunali felagsskapurin SEV hevur roynst okkum sera væl gjøgnum árini, og á ein hvønn hátt hevur megnað at lyft ta ovurstóru og torføru uppgávu, at tryggja øllum føroyingum tryggan og nøktandi streym, sjálvt út í ytstu herðaðshorn í landinum, so var tað fyri nøkrum árum síðani politiskt opportunt, at liberalisera orkuframleiðsluna í Føroyum, soleiðis at privata vinnan eisini skuldu sleppa framat at kappast við SEV um at veita føroyska brúkaranum lívsneyðuga streymin.

Í tí sambandi var elveitingarlógin LL nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, samtykt.

Í viðmerkingunum til lógina stendur m.a. um endamálið, at eitt av málunum ætlanin er at røkka, er, at “møguleiki verður fyri fleiri elframleiðarum fyrst og fremst á vindorkuøkinum.” Eisini verður sagt, at tað er “eitt aðalendamál við lógaruppskotinum, at prísurin á ravmagni ikki verður hægri enn neyðugt.”

Ein høvuðstanki aftanfyri hesi partvísu liberalisering av elorkukervinum við elveitingarlógini var, at tað er sunt við kapping, og at henda kapping á jøvnum føti uppá vanligar marknaðartreytir tá samanum kemur fer at koma føroyska elbrúkaranum til góðar við lægri elprísum. Aðalmálið var sostatt at opna fyri einum alternativum møguleika at bjóða fram bíligari  orku  fyri føroyska elbrúkaran enn tað tilboð, sum SEV kann bjóða føroyska brúkaranum.

Uttan eitt samanberiliga bíligari tilboð frá privata veitaranum, tænir alternativa loysnin jú ongum  endamáli yvirhøvur.  

Eitt vakurt og fyrimyndarligt endamál í sjálvum sær – ongin ivi um tað!

Elveitingarlógin er greið!
Í lógini stendur púra greitt, at tað kann verða lýst alment eftir umsóknum, tá loyvi til framleiðslu úr vindorku verður veitt.

Víðari stendur, at um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð.

Men hvat er tað sum nú hendir! Jú, orkumyndugleikin lýsir nú við, at ein umsøkjari hevur biðið um loyvi til at seta upp seks vindmyllur á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum.

Samstundis verður boðað frá, at aðrir eisini kunnu søkja um sama loyvi????

Sjálvandi skulu teir kunna tað – annars er jú ongin kapping!

Men, men, - hinir, sum skulu søkja, skulu samstundis leggja fram váttan um loyvi frá jarðaeigara, har vindmyllurnar skulu staðsetast.

Eisini skulu vindviðurskiftini verða væl lýst við vindmátingum helst yvir eitt longri tíðarskeið  v.m.

Men hvussu skulu teir tað?

Kappingin verður undirgravað!
Her er tað, at allar fyritreytir fyri einum normalum útboð og eini sunnari kapping detta á gólvið.

Tað er nevniliga komið í ljósmála, at umsøkjarin Sp/f Vindrøkt hevur gjørt eina seravtalu við festaran á Vatnaskørðum Sigert Patursson um staðsetingina á Gellingarkletti, so ongin annar sleppur framat.

Her er tað at ketan leypur fullkomuliga av!

Hvussu í allari víðu verð kunnu aðrir kappingarneytar bjóða seg fram, um exklusiv avtala frammundan er gjørd millum jarðaeigara og umsøkjara um lendið?

Hvar er tá sunna kappingin um at veita brúkaranum bíligan streym, tá lendið er reserverað og vorðið “privatiserað” við eini lukrativari undirhondsavtalu, soleiðis at ongin annar hevur nakran livandi møguleika at gera seg galdandi?

Her verður sjálvsagt ongin kapping, og ongir samanberiligir prísir!

Er tað veruliga so galið, at kappingin á føroyska elmarknaðinum nú skal avmarkað seg til, hvør kann gera tær bestu seravtalurnar við festarar og privatar jarðaeigarar um egnað lendi til vindmyllu-framleiðslu, fyri harvið úthýsa øðrum frá kapping, og sostatt sleppa inn á marknaðin við óneyðuga høgum orkuprísum, - og ikki at forgloyma - sum aðrir kanska kundu bjóða munandi bíligari, - um teir bara sluppu framat?

Lendið er “almenn ogn”
Í hesum samanhangi er enntá talan um alment lendi, sum ein festari er lagstur á fyri at gera sær dælt av vindorkuni í Føroyum, burturúr lendi - og enntá vindi -, sum hann jú púrt einki eigur í.

Í jarðarlógini er týðuliga ásett, at festari bert kann leiga lendi út til jarðarbrúksendamál og ikki annað.

Tískil er tað púra óskiljandi, at myndugleikarnir lata slíkt um seg ganga, og bara bakka fyri nøkrum privatum spekulantum, sum reelt ongan rætt hava soleiðis einvíst at taka ræði á “fólksins ogn” á landi.   

Nýggj tulking av elveitingarlógini!
Tað næsta er so tað, at tað stendur púra greitt í lógini at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð.

Fyritreytin í lógini er sostatt, at loyvið til vindmyllur á Gellingarkletti bert kann verða givið um onnur áhuga kunnu søkja um sama loyvi!

Kunnu onnur áhuga ikki søkja, so kann loyvið ikki verða givið – so einfalt er tað!

Tað er sostatt í stríð við sjálvt endamál og ætlan við lógini, um loyvi verður givið einvíst til umsøkjararnar við hesum sokallaða exklusiva ræði til Gellingarklett, uttan at onnur eisini fáa atgongd og høvi at bjóða uppá sama loyvi á jøvnum føti!

Men hvat ger orkumyndugleikin sum bjóðar út? Hann tulkar ikki lógina eftir sínum endamálið um reella kapping!

Nei – “sama loyvi” er nú tað sama sum at bjóða uppá 18 MW og bara 18 MW, óheft av staðseting – líkamikið hvar, - bara tað er onkustaðni í Føroyum!

Sjálvt um tað í viðmerkingunum til lógina stendur, at “tá ið ein umsókm um framleiðslu úr vindorku kemur inn, skal landsstýrismaðurin gera av at onnur eisini kunnu søkja um um loyvi á sama stað ella øðrum staði. Á henda hátt ber til at fáa fleiri umsøkjarar til eitt ávíst loyvi, og - sostatt tryggja kapping og teir fyrimunir, sum kapping førir við sær”, so hevur orkumyndugleikin eftir øllum at døma valt at tulka lógina fundamentalt í andsøgn við sjálva intentiónina um kapping á jøvnum føti!

Kapping undir ymsum fyritreytum
Við øðrum orðum skulu nú aðrir verða noyddir at bjóða uppá hesi somu 18 MW undir heilt øðrum fortreytum, við aðrari staðseting, annaðleiðis atkomiligheit, øðrum viðurskiftum v.m., enn teir sum bjóða á Gellingarkletti.

Ella hvat um SEV ella aðrir áhugaðir ikki hava nakað øki tøkt til vindmylluframleiðslu til hesi 18 MW, sum nú sýnist at vera avgerðandi fyri í heila tikið at gera seg galdandi. Úrslitið er væl saktans, at  SEV og aðrir áhugaður als ikki kunnu bjóða, og at Spf. Vindrøkt stendur  einsamalt við sínum tilboðið, sum kanska er munandi hægri enn tað, sum SEV ella aðrir vildu havt bjóðað - um teir bara sluppu framat!

Skal Spf. Vindrøkt tá fáa boðið møguleikan at seta upp 18 MW á Gellingarkletti uppá hesi vilkor?

Er hetta sunn og frí kapping um 18 MW til gagns fyri føroyska elbrúkarin, og fyri at fáa lægri elprísir? – Svarið má eyðsýnt verða eitt dundrandi og greitt nei!

Og hvussu verður so í framtíðini, um farast skal fram eftir hesum leisti – kundi hóskandi verið spurt? Tá næsti privati umsøkjarin við eini seravtalu í onkrum vælegnaðum hagaparti aftur heldur seg framat, og bjóðar sær til at koma inn á netið hjá SEV?

Skal so aftur bjóðast uppá somu MW, og aftur uppá ymiskar, ólíka treytir, og kanska uttan at hinir hava nakað egnað øki tøkt til at seta upp vindmyllur til hesi somu MW?

Tað ber heilt einfalt als ikki til!

Tað má sostatt staðfestast, at sjálvt grundstøðið undir lógini verður máað burtur, um kappingin á henda hátt verður tileinkisgjørd við privatum seravtalum um valdstøku av øllum egnaðum økjum til vindmylluframleiðslu í Føroyum.

Á henda hátt fara stórar og sterkar kapitalfyritøkur bara at leggja hald á allar nýtiligar hagapartar í Føroyum við tí eina endamáli, nevniliga at útihýsa allar aðrar frá atgongd at seta upp vindmyllur upp á hesum lendi – og harvið sjálvsagt umganga kapping og standa einsamallir, sum útbjóðarar!

Alt annað líka fáa vit bert eitt úrslit við á henda hátt at avskepla kappingina – og tað er dýrari streym – beint í andsøgn við viðmerkingarnar til lógina!

Skaðiliga tilgongdin má steðgast!!
Henda skaðiliga tilgongd í menningini av okkara orkuframleiðslu eigur fyri alt í verðini at verða steðgað – ongantíð ov skjótt.

Her mugu kommunurnar hvør sær, sum eigarar av SEV, og kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum rópa varskó, og taka øll neyðug stig til, at SEV framhaldandi kann sleppa framat, og harvið varðveita møguleikan at menna og útbyggja vindorkuna í Føroyum.

Orkumálaráðið, sum avvarðandi myndugleiki má syrgja fyri, at tað ikki bert vera rættindi til hagapartar, sum vera avgerðandi fyri hvør skal eiga rætt til at seta upp vindmyllur í framtíðini!   

Vit mugu ikki - og kunnu ikki - góðtaka, at monopol líknandi støður við serrættindum fyri festarar, jarðaeigarar og privatkapital verða skaptar í samband við menningina av grønu orkuframleiðsluni í Føroyum.

Privata initiativið er sunt, so leingi marknaðurin er fríur og atkomiligur fyri øll – ongin ivi um tað! Privatir vinnurekandi eiga sostatt at sleppa framat at bjóða uppá vindmyllur, men undir tí ófrávíkiligu treyt, at talan er um reelt útboð, og at teir kunnu bjóða brúkarunum lægri prísir enn SEV uppá neyvt somu treytir, - annars gevur sokallaða privata initiativið als ikki nakra meining í hesum samanhangi yvirhøvur!

Er verandi lóggáva ikki nøktandi fyri at tryggja fría kapping, eigur at verða umhugsað fullkomuliga at endurskoða alt lógarverkið, sum tað er.

Annars er kjarnin í orkuveitingarkervinum somikið fundamentalt og týdningarmikið fyri trygdina í einum samfelag, at hetta aldri kann verða latið til tilvildarligar privatar fyritøkur at umsita.

Tískil er umráðandi, at SEV, sum umboð fyri brúkaran og borgaran, framhaldandi hevur ein týðandi og avgerðandi leiklut á hesum øki, og eisini sleppur framat í “javnbjóðis kapping” at bjóða uppá  “neyvt somu” loyvir, sum einhvør privatur vinnurekandi.

Bjørn á Heygum 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo