Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Onnur tíðindi

Myndugleikarnir á russisku oynni Novaya Zemlya í útnyrðings Russlandi hava sett oynna í undantaksstøðu, eftir at fleiri fólk eru álopin av ísbjarnum sum í seinastuni eru komnar á land í oynni. Tær ganga og vála í bygdunum og dømi eru eisini um, at tær hava roynt at komið sær inn í hús til fólk.

Serfrøðingar halda, at orsøkin til at bjarnirnar hava henda óvanliga atburðin er, at tær eru svangar, skrivar BBC.

Á Novaja Zemlya búgva bert fá túsund fólk. Í høvuðsbygdini, Belushya Guba, hava fólk sæð tilsamans 52 ísbjarnir, og myndugleikarnir har siga, at tað altíð eru einar seks til tíggju ísbjarnir onkunstaðni í bygdini.

Tað er ikki loyvt at skjóta bjarnirnar, tí tær eru eitt hótt djóraslag, so loysnin er í flestu førum at royna at ræða tær burtur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo