Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Í novemberi fjør var ein sólskinssøga deild runt allan heimin. Heimleysi Johnny Bobbitt fór til ein bensinstasjón og brúkti sínar seinastu 20 dollarar upp á bensin fyri at hjálpa Kate McClure sum stóð á einum motorvegi.

VG sum eisini hevði søguna skrivar, at Kate hevði ikki møguleika tá at rinda honum pengarnar aftur, men setti í verk eina innsavningaraksjón til Bobbitt, sum gav heilar 386.835 dollarar - gott 2,5 milliónir krónur.

Men heimleysi Johnny Bobbitt fekk ongantíð nakrar pengar, og í september í ár var so parið dømt til at rinda honum innsavnaðu pengarnar, eftir at hann hevði saksøkt parið fyri at hava brúkt allar pengarnar.

Sutt eftir gjørdist so greitt at pengarnir eru horvnir, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo