At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Føroyskir felagsskapir hava ikki somu reglur sum í Danmark fyri innsamling, men halda tær kortini (tilvildarlig mynd).

Fýra føroyskir felagsskapir skipaðu fyri landsinnsavning av pengum í fjør. Tað vil siga, gingu frá húsi til hús við bússum og bóðu um pengar til vælgerandi endamál.

Til slíkar innsamlingar krevst loyvi frá politinum. Innlit sum VP hevur fingið frá politinum vísir, at allir teir føroysku felagsskapirnir, sum skipaðu fyri hesum slagnum av innsavnan í fjør, vóru væl innanfyri tær reglurnar sum danir seta fyri slíkari pengainnsavnan. Og tað hóast hesar reglurnar ikki eru galdandi í Føroyum.

Talvan niðanfyri vísir hvørjir felagsskapirnir vóru, hvat teir fingu burturúr og hvørjar útreiðslur vóru.

innsavnaðútreiðsluravlopútreiðslu %
Blái Krossur 617.176  53.334563.843    8,6
Kris 196.933  5.670191.263    2,9
Reyði Krossur 835.744  73.740762.004    8,8
Adventistasamkoman 343.746      0343.746    0

Í Danmark siga reglurnar, sum Innsamlingarnevndin umsitur, at í mesta lagi ein triðingur kann fara til útreiðslur sum standast av tiltakinum. Sum talvan omanfyri vísir, halda allir felagsskapirnir í Føroyum seg væl undir hesum.

Les eisini: Onnur hvør landsinnsavning druknar í umsiting 

Í Føroyum er tað politiið sum umsitur pengainnsavning av hesum slagnum. Rannvá Ólavsdóttir, leiðari á Borgaratænastuni hjá politinum, sigur við VP, at tað stendur í loyvinum, at pengarnir skulu brúkast til endamálið og at tað ikki er loyvt at lata "provision eller andet vederlag". Eisini er tað ein treyt, at ein uppgerð verður latin politinum áðrenn árslok.

Men kortini verður tað góðtikið, at nakrar útreiðslur verða tiknar av. 

- Í Føroyum verður hetta umsitið sambært eini lóg frá 1934. Og hóast tað stendur, at loyvt er ikki at lata provisión, og at peningurin skal fara til endamálið, so er onki til hindurs fyri, at onkrar útreiðslur verða drignar frá innkomnu upphæddini, sigur hon. 

Hóast tað ikki er nakað definerað minstamark fyri, hvussu stórur partur av innsamlaðu upphæddini skal fara til endamálið, so er tað ikki komið fyri, at nakar roknskapur ikki er góðkendur.

Higartil í ár eru tríggjar umsóknir um innsavnan av peningi á henda hátt játtaðar.

Aðrar innsavningar, eitt nú stuðulstiltøk av ymsum slagi, lutaseðlasøla, tombola og líknandi krevur ikki loyvi frá politinum men frá Taks ella Vinnumálaráðnum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo