Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Komandi sunnudag verður nýggi sóknarpresturin, Jonhard Jógvansson, skipaður í embætið í Eiðis prestagjaldi.

Tað er dómpróstur, Uni Næs, ið skipar í embætið og verður tað Jonhard, ið prædikar hendan dagin.

Eiðis prestagjald fevnir um kirkjusóknurnar Eiði, Norðskála, Funning og Gjógv. Sóknarpresturin hevur bústað í prestagarðinum á Eiði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo