Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

Tað skortar ikki við gitingum um hvørjar nýggjar funksjónir iPhonin fer at fáa nú, og tað serliga í ár, á tíggjuára degnum hjá iPhonini.

Helst verður iPhone 8 lanserað saman við iPhone 7s og iPhone 7s Plus. Hesar báðar seinnu eru uppgraderingar av núverandi iPhone 7 og 7 Plus, men fara ikki at hava allar tær nýggjastu funksjónirnar hjá iPhone 8. 

iPhone 8 verður tí helst tann mest high-end-telefonin hjá Apple nakrantíð, og hon verður neyvan bílig, skrivar norska E24.no.

Fleiri gita, at nýggja iPhone 8 fer at kenna títt andlit við hjálp av einum fancy nýggjum 3D-sensor. Og fyri fyrstu ferð verður tað helst so, at nýggja iPhonin hevur tráðleysa løðing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo