Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Í gjár endaði undantakið, sum USA hevði givið 8 av størstu keyparalondunum hjá Iran. Frá 2. mai verða Kina, India og Turkaland eins og 5 onnur lond revsað av USA um tey ikki steðga við at keypa olju úr Iran.

Endamálið hjá USA við tiltøkunum ímóti Iran er at raka landið búskaparliga, tí Iran er upprunin til fleiri av heimsins yvirgangsfelagsskapum, sigur USA. Higartil hava handilstiltøkini gjørt, at útflutningurin er farin niður í helvt - úr 2,8 mió føt um dagin til 1,3 mió føt um dagin. Og tað er tað minsta síðani islamisku kollveltingina síðani 1979.

Iran serfrøðingurin Ali Vaez, sum er leiðari í International Crisis Group, sigur, at støðan er hættisligari nú enn nakrantíð.

- Tað hevur altíð verið ein vón og tiltrúgv til, at tað nokk skuldi ganga, so ella so, at Iran fór at sleppa av við oljuna. Men nú er onki ljós fyri framman. Og tí er støðan hættisligari nú, sigur hann.

Og altjóða gjaldoyragrunnurin IMF hevur líka daprar spádómar. Búskapurin hjá Iran fer skjótt at kunna samanlíknast við tann hjá Venezuela og Zimbabwe, við stórum fallum í bruttotjóðarúrtøkuni og galloperandi inflatión sum kann koma upp í 50%.

Nýggjasta tiltakið frá Iran kann blíva, at tað við hermakt fer at steingja Hormuzsundið, sum bindur oljulondini kring Persiaflógvan við Asia, Europa og Norðuramerika. Hendir tað er sannlíkt, at USA fer at svara aftur við hermegi.

- Sleppur okkara olja ikki út so skal heldur ongin olja frá nøkrum øðrum ígjøgnum sundið, skal iranski herovastin Mohammad Baqeri hava sagt við iransku tíðindastovuna Fars.

(kelda: Jyllandsposturin)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo