Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Onnur tíðindi

VP spurdi forkvinnuna í IRF, Kristinu Roest, ein sera greiðan spurning í sambandi við at varastjórin í IRF nú er sett sum forkvinna í Betri P/F og Ognarfelagi Tryggingartakaranna.

Spurningurin frá VP var hesin:

Fyri tíð síðani mátti Jákup Egholm Hansen siga seg úr starvi sínum sum tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu, tí kommunan ikki kundi góðkenna, at hann var nevndarlimur (og tá næstformaður vist nokk) í Betri.  

Aslaug var nýliga sett til varastjóra í IRF, sum er ein interkommunalur felagsskapur.

Allíkavæl er hon í dag blivin vald til nevndarforkvinnu í Betri-samtakinum. 

Fleiri undrast, at Aslaug Gisladóttir kann blíva forkvinna.

Hvat sigur nevndarforkvinnan í IRF?

Og nevndarforkvinnan í IRF svarar:

- Hetta mást tú útgreina nærri.

VP hevur, tá ið telduposturin ikki kom fram til Kristinu Roest, sent henni fyrispurningin uppaftur og eisini á Facebook, og útgreinað hann við eisini at spyrja:

- Hevur nevndin í IRF viðgjørt setanina hjá varastjóranum Gisladóttir?

Og spurt um setanarviðurskifti hennara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo