Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

- Havi tosað við tey fólk, sum hava sína dagligu gongd í grótbrotinum, har IRF goymir ball við burturkasti.

- Hóast vit eru vitandi um, at nakað av rottu er á staðnum, er tað ikki nakað vit síggja dagliga, sigur stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen, í svari til spurning frá VP viðvíkjandi rottu í grótbrotinum, sum VP skrivaði um fyrr í dag. 

Stjórin kunnar um, at IRF hevur fleiri serkøn fólk at leggja rottugift og at seta upp fellir, so eftir teirra metan er fult tamarhald á støðuni, sigur hann.

Poul Andrias Joensen sigur, at grótbrotið er eitt afturlatið økið, sum eingin hevur atgongd til, uttan við loyvi frá IRF.

- Heldur ikki hevur nakar loyvi til at skjóta inn í grótbrotið ella inni í sjálvum grótbrotinum.

Stjórin í IRF sigur, at av teimum uml. 10.000 ballinum, sum blivu løgd á goymslu har, eru uml. 3.600 eftir, sum væntandi eru brend síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi ári.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo