Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Tær evopeisku IS-kvinnurnar siga, at tær bara matgjørdu og ansaðu sínum børnum. Men kvinnurnar sum vóru teirra trælir, hava eina aðra søgu at fortelja.

– Eg sá tað við mínum egnu eygum.

Í einum heitum, provisoriskum telti við Mosul-byrgingina har norðuri í Irak, situr ein kvinna sum yvirlivdi eitt fólkamorð. Sozan er 30 ár, mamma at fimm børnum, og í tvey ár og sjey mánaðir var hon IS-trælkvinna, seld frá manni til mann, úr býi í bý, skrivar VG.

Minni standa sum rist í høvdinum frá tíðini.

Eitt av teimum sum hevur brent seg fast, var í høvuðsstaðnum Raqqa, tá ið terrorfelagsskapurin var máttmiklast og harðskapurin upp á sítt mesta.

– 25 kvinnur í býnum vóru ákærdar fyri at royna at spáa um framtíðina, fyri at duga gand. Kvinnurnar vóru bundnar fastar í pelar. Síðani fóru útlendsku IS-kvinnurnar við pistól og skutu allar í høvdið. Eg sá hetta sjálv.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo