Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Innlendis ítróttur

ÍSF: Trivnaðurin hjá børnum og ungum er ábyrgd hjá teimum vaksnu, og krevur samstarv millum ymsar felagsskapir og stovnar um tað skal eydnast.

ÍSF hevur játtað at samstarva við Barnabata, sum hevur sett í verk eina sjálvbodna mentorskipan fyri ung í Tórshavnar kommunu.

ÍSF hevur ein breiðan skarða av fólkum, sum gera sjálvboðið arbeiði innan ítróttaumhvørvið og sum samstundis eru knýtt at ungdóminum í Tórshavnar Kommunu gjøgnum ítróttin.

Ítrótturin hevur stóran týdning og ávirkan á lívið hjá okkara ungdómi. Tað er her, m.a. umvegis teirra frítíðarvirksemi, at tey sleppa av við dagsins strongd. 

Í ítróttaumhvørvinum spretta nýggj vinarbond, góðar upplivingar og hóskandi avbjóðingar, og samstundis læra tey ungu sjálvsaga gjøgnum spøl, sum teimum dáma og elska.

Við hesum kunnu vit við góðari samvitsku siga, at ítrótturin hevur ein stóran leiklut í vanligu menningini umframt samleikamenningini hjá teimum ungu til at gerast sterkir og dugnaligir borgarar.

Tann 11. apríl kl 19:00 verður kunnandi fundur í ÍSF-húsinum fyri ítróttafeløgunum í Tórshavnar Kommunu. Á fundinum fer Ugur Kevioglu, samskipari, at greiða frá innihaldinum í mentorskipanini hjá Barnabata.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo