Hjartaleysur er hann, sum ber hjarta sítt uttan á bringuni
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

ÍSF er farið undir tilgongd, at fáa viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini (IOC).

Í hesum sambandi er avtala gjørd við ensku ráðgevingarfyritøkuna Vero Communications.

Verkætlanin bleiv skotin í gongd við tíðindafundin í London í dag hósdagin 8. mars har altjóða fjølmiðlar, sum serliga hava fokus á ítrótt, luttóku.

ÍSF hevur síðani 1975 roynt, at fingið viðurkenning frá IOC. Serstakliga í áttatiog byrjanini av nítiárunum var nógv gjørt við málið, og aftur eftir aldarskiftið.

Nýggja verkætlanin byggir sostatt á herðarnar á arbeiðinum, sum er gjørt frammanundan.

Eisini er leinkja til faldara, sum stutt lýsir føroysku støðuna: isf.fo/wp-content/uploads/2018/03/Faroe-Islands-Brochure.pdf

Á Twitter verður verkætlanin lýst umvegis @FaroeOlympic

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo