Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Petur Mittún. Mynd: Kringvarpið

- Vit í ÍSF halda at talan er um eina spennandi verkætlan, og vit hava boðað frá, at vit stuðla henni eitthundrað prosent, sigur aðalskrivarin í ÍSF, Petur Mittún.

Tað sigur aðalskrivarin, tá ið VP spyr um ætlanina at byggja eina stórhøll í Tórshavn.

Í greinini, sum VP legði út fyri løtu síðani um ætlanina, stendur millum annað, at tað er ÍSF sum skal samskipa nýtsluna av høllini, men tað sigur aðalskrivarin er ikki satt.

- ÍSF skal einki hava við høllina at gera, men øll sambondini í ÍSF eru kunnaði um stórhøllina á einum kunnandi fundi.

Les eisini:

Norskur arkitektur teknar innandura-arena til Tórshavn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo