Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Ísland heimsins friðarligasta land.

Tað staðfestir frágreiðingin 2019 Global Peace Index.

Síðani koma bæði Ný Sæland, Portugal og Eysturríki áðrenn Danmark sum er nummar 5 á listanum. Noreg og Svøríki liggja heilt niðri á 19. og 20. plássi, undir eitt nú Slovenia, Kekkia og Malaysia.

Heilt í hinum endanum finnast Afghanistan, Sýria og Suðursudan.

Annars gekk framá við heimsfriðinum, soleiðis at skilja, at miðalvísitalið fyri friðin í ymsu londunum kvinkaðist eitt vet tann rætta vegin í fjør - við 0,09%.

Drúgva frágreiðingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo