Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Politikkur

Ásmundur Einar Daðason, almannamálaráðharri, undirskrivar her broytingina í reglugerðini um lánsflokkking hjá íslendska Húsalánsgrunninum

Føroyska sendistovan í Reykjavík: Íslendska stjórnin hevur tikið stig til at seta skipan í verk, so til ber at fáa lán í økjum, har trupult kann vera at fáa lán. Ásmundur Einar Daðason, almannamálaráðharri, boðar frá, at har sum fríi marknaðurin ikki røkkur, har má stjórnin traðka til.

Ráðharrin staðfestir, at broytingin er fyri nýggj lán til nýbygging í tí parti av landinum, har tað vantar hús og lítið verður bygt av nýggjum húsum. Endamálið er at veita fólki á staðnum somu møguleikar at fáa tak yvir høvdið, sum teimum, ið búgva í meira virknum økjum. Lánini eru markaði til støð við væl av arbeiði, men ikki nóg mikið av bústøðum. Vantandi býli eigur ongantíð at vera orsøkin til, at virkir ikki kunnu seta fólk í leys størv.

Trupulleikin er, at kostnaðurin av at byggja nýggj hús kann fara uppum handilsvirðið har, sum prísstigið er væl lægri enn í høvuðsstaðarøkinum. Lágir húsaprísir í smáum býum/bygdum, er ikki tað sama sum lítil eftirspurningur, serliga ikki til at leiga.

Henda fígging er bert fyri nýbygging í støðum, sum alment er staðfest av íslendska Húsalánsgrunninum, at har vantar bústaðir. Umsøkjarar mugu prógva, at teir ikki kunnu fáa lán frá øðrum lánveitarum ella at lánið gerst væl dýrari (hægri renta) samanborið við verkætlanir í størri býum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo