Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Eftir eina minking á um 13 prosent í talinum av turistum í ár, so roknar íslendska ferðavinnan við vøkstri aftur næsta ár, skrivar Morgunblaðið.

Tað er niðurstøðan í eini nýggjari analýsu, sum íslendski Landsbankin hevur gjørt.

Sambært analýsuni verður vøksturin 3 prosent í 2020, og 5 prosent árið eftir. Tað gevur eitt samlað tal á 2.2 milliónir ferðafólk – nakað minni enn í 2017, sum var eitt metár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo