Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tá vit og frændirnir fyri norðvestan koma saman, so gongur tað mesta út uppá, at stoyta ”Brasso” á gloriuna.

Pussa av allari makt. Reypa, hvussu góðir vit eru við hvønn annan.

Nógv av hesum er helst veruleiki og satt.

Men um vit vilja tað ella ikki, nakrar ”malurtir” eru í steypunum.

Vit hava verið vælsignaðir frá Íslandi við fiskiveiðuavtalum frá 1975 at rokna.

Nógv tey fyrstu árini, lótu vit onki afturímóti.

Men seinastu nógvu árini, er støðan broytt.

Fiskiárið 2017 fiskaðu íslendarar: Í føroyskum sjógvi eini 25.000 tons av sild og eini 196.000 tons av svartkjafti.

Skulu vit finna eina virðiliga loysn fyri 2018, so seti tykkum niður á reyvina.

Rokni kalt og kyniskt út, hvussu fíggjarliga býtið hevur verið síðan 1975.

Hvussu sær støðan út ultimo 2017?

Eru vit so ólukksáliga góðir frændur, sum vit reypa okkum av, so skylda politikarnir frá báðum pørtum at koma við einari loysn, íð gevur eitt javnari býti.

Um ikki, so er alt bara: Gloriu pussing – veitslu- og skáltalur & krokkudillutár.

Absalon í Buð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo