Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Stendur tað til fíggjarmálaráðharran, Bjarna Benediktsson, so verður Íslandsbanki skjótt lýstur til sølu

Sendistovan í Reykjavík, mánaðarbræv: Fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, vónar at landið tekur undir við at selja Íslandsbanka um nakrar fáar vikur.

Hann heldur tað vera vert at kanna, um tað letur seg gera at fækka talið av stórum bankum við samanlegging, men tað kann so ganga útyvir kappingina á økinum.

Arion banki, Íslandsbanki og Valitor (tænastufyritøka innan gjaldskort og gjaldsloysnir) hava fyri stuttum sagt 134 fólkum úr starvi.

Sama dag kunngjørdu íslendska stjórnin og høvuðsstaðar kommunurnar nýggja ætlan fyri vegakervi o.a. fyri 120 mia. ISK (~6,7 mia. DDK).

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at ein háttur hjá ríkinum at fíggja hesa útbygging er at privatisera Íslandsbankan aftur. Landið eigur Íslandsbankan allan sum hann er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo