Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Tað eru í dag 100 ár síðan, at íslendska grundlógin kom í gildi, og Ísland gjørdist sjálvstøðug tjóð. 

Í 1918 undirskrivaðu Ísland og Danmark avtalu um frælsan felagsskap, sum hevði við sær, at Ísland fekk fullveldi frá Danmark, og í dag hátíðarhalda grannar okkara fyri vestan, at grundlógin kom í gildi.

Hátíðarhaldið byrjar í miðbýnum í Reykjavík kl. 14 í dag, og verður millum annað Altingið opið fyri almenninginum, skriva íslendskir miðlar.

Ímillum tey, sum luttaka í hátíðarhaldinum, eru forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, forsetin, Gudni Th. Jóhannesson, umframt Margretha drotning og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark.

Hátíðarhald er eisini kring alt landið við framførslum, framsýningum og tiltøkum av ymsum slagi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo