Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Vinna

Íslendska stórfyritøkan Samherji verður nú sett í samband við eina muturgølu í afrikanska landinum Namibia.

Samherji skal  hava skaffað sær kvotur við at mutra embætismenn, avdúka yvir 30.000 skjøl sum Wikileaks hevur almannakunngjørt. Samherji skal eisini gjøgnum dóttirfeløg hava flutt yvir 600 milliónir krónur í skattaskjól á Marshalloyggjum við hjálp frá stóra norska bankanum DNB NOR. Bankin stongdi tó konturnar í fjør, tí tað kundi ikki prógvast, at tær ikki vórðu brúktar til hvítting av pengum, skrivar íslendski miðilin Stundin.

Avdúkingarnar eru framdar í einum samstarvi ímillum Wikileaks og íslendskar og namibiskar journalistar frá fleiri ymiskum miðlum. Fleiri skjøl eru væntandi í næstum frá Al-Jazeera og øðrum miðlum sum eisini hava arbeitt við málinum, verður sagt í einum tweet boðum frá Wikileaks, sum kallar skjølini fyri "Fishrot Files".

Samherji hevur fyribils borið seg undan at gera viðmerkingar, men hevur biðið altjóða sakførarafyritøkuna Wikborg Rein í Noregi um at kanna málið. Í eini yvirlýsing á heimasíðuni sigur Samherji, at tað hevur ikki borið til at koma á tal við tíðindafólkini, uttan ígjøgnum bandað interview, sum tey ikki vilja stilla upp til, áðrenn frágreiðingin frá Wikborg Rein er liðug.

Sum skilst er talan um ein umboðsmann, Jóhannes Stefánsson, sum ikki longur er í starvi hjá fyritøkuni, sum hevur likið skjølini sum skulu prógva, at Samherji hevur latið útvaldum embætisfólki í Namibia stórar peningaupphæddir afturfyri at skip hjá Samherja eru sloppin at fiska í namibiskum sjógvi.

Jóhannes Stefánsson sigur, at Samherji bakkar ikki fyri at gera tað sum er neyðugt til tess at fáa atgongd til fiskatilfeingi hjá øðrum londum.

- Samherji bakkar ikki fyri mutri og brýtur uttan himpr lógirnar fyri at fáa sum mest í sín part. Onki gott liggur eftir hjá hesum londum - uttan pengar í lummanum hjá korruptum fólkum, sigur hann, sum sjálvur starvaðist fyri Samherja í Namibia árini frá 2011 til 2016. Hann sigur, at hann oftani sjálvur stóð fyri útgjaldingini av mutri, eftir boðum úr hægsta stað í stórfyritøkuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo