Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Heimir Hallgrímsson, landsliðsvenjari hjá Ísland.

Heimir Hallgrímsson, landsliðsvenjari hjá Íslandi, er rímiliga væl nøgdur við lutakastið til HM-endaspælið í Russlandi í summar, hóast Ísland kom í ein sterkan bólk við Argentina, Nigeria og Kroatia.

Ísland skal spæla fyrsta dystin í bólkinum ímóti Argentina.

Við íslendska kringvarpið segði Hallgrímsson eftir lutakastið, at...

- Vit er bara glaðir. Hetta er sjálvandi ein trupul bólkur, og Argentina er fyrsta mótstøðuliðið hjá okkum. Tað er frálíkt at skula møta einum so sterkum liði sum Argentina.

Hann heldur hetta vera ein avbera góðan dyst at skula byrja HM-endaspælið við fyri Íslands viðkomandi.

- Sjálvandi, statistiskt sæð hava vit ongan møguleika ímóti Argentina, sum hevur verið við fleiri ferðir áður, og sum hevur nakrar av bestu leikarunum í heiminum. Men bólturin er rundur, og vit hava prógvað, at vit kunnu kappast ímóti teimum bestu, so fara vit ikki at leggja okkum niður og gráta um hetta lutakastið.

Hann leggur aftrat, at tað verður eisini spennandi at skula leika ímóti Nigeria - einum afrikonskum landi, sum hevur nógvar góðar leikarar og eina góða HM-siðvenju.

- Og so er tað Kroatia, sum vit kenna út og inn. Tað virkar, sum vit altíð skulu spæla ímóti Kroatia, men tað góða við at skula møta teimum er, at vit vita tað, at vit kunnu vinna á teimum, tí vit hava longu vunnið á teimum, sigur hann at enda við RÚV.

Ísland vann 1-0 á Kroatia í Reykjavík í juni í ár.

Ísland leikar tann fyrsta dystin í HM-endaspælinum tann 16. juni í Moskva ímóti Argentina, tann næsta dystin tann 22. juni í Volgograd ímóti Nigeria og tann triðja dystin tann 26. juni í Rostov ímóti Kroatia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo