Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Onnur tíðindi

Fleiri hava valt at krúpa til krossin og biðja so miriliga um fyrigeving. Men ein annar hevur valt álopið sum aftursvar.

Í stuttum snýr søgan seg um, at nakrir mannligir limir í íslendska Altinginum hava sitið fullir á eini barr í Reykjavík og tosað um sínar starvsfelagar - serliga teir av hinum kyninum - og orðavalið var so groft og niðrandi, at onkur annar av gestunum á barrini hevur tikið upp tað sum sagt bleiv og hetta er so endað í fleiri íslendskum fjølmiðlum. 

Eitt nú verður mett um útsjónd og sálarliga heilsustøðu hjá fleiri av kvinnuligu limunum í Altinginum, eins og eisini tosað verður um onnur viðurskifti sum kanska vóru betur ósøgd.

Fleiri íslendskir miðlar hava tikið málið upp, eitt nú Stundin, har ljóðupptøkurnar kunnu hoyrast, og eisini Reykjavík Grapevine, sum er á enskum, skrivar um málið. 

Onkur av teimum úthongdu hevur verið í miðlunum við eini umbering, men Sigmundur Davíð Gunnlaugsson úr Miðflokkinum hevur á sínum facebook vanga sagt seg onga ætla hava um nakrar umberingar, tvørtur ímóti heldur hann tað vera nógv fyri, at ein privat samtala soleiðis verður tikin upp og løgd út um allar geilar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo