Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Tað er áhugavert at verða ísraelskur diplomatur í hesum tíðum. Fyri nógvar ísraelar stendur Danmark fyri frælsi og samkenslu, eitt vælferðarsamfelag, við menning innan list og sniðgeving. Harafturímóti síggja nógvir danir Ísrael sum land bíbliunnar, eitt land sum gongur á odda tá talan er um nýtøkni, skapanarhug, KTtrygdarskipanir o.a., samstundis sum tað er heimlandið hjá kibbutzunum.

Tað felags sambandið millum hesi londini byrjaði longu í 1943, tá danir bjargaðu meiri enn 7.000 donskum jødum úr hondunum á nazistunum. Eitt átak ið savnaði eina heila tjóð og stóð sum eitt ljós í søgunnar myrkastu stund, ella sum fyrrverandi ísraelski ráðharri í skúlamálum, Zalman Aran segði:

- Tað danska fólkið hjálpti til við at linna um bráfeingis støðuna ið varð uppstaðin og trúnna uppá tað góða í menniskjanum, hóast fólkamorðini av milliónum í Europa.

Henda kenslan er ikki bliknað sjálvt um mong ár eru liðin. Tá ið tann fyrsti danski forsætisráðharrin, Viggo Kampmann vitjaði Ísrael í 1962, var hann hjartaliga móttikin av David Ben Gurion, sum var tann fyrsti ísraelski stjørnarleiðarin, saman vígdu teir Danmarkpladsen miðskeiðis í Jerusalem.

Yvir 40.000 kvinnur og menn fóru sjálvboðin at arbeiða í kibbutz í Ísrael, í tíðarskeiðinum frá 60unum upp til 90ini, hesi arbeiddu lið um lið við idealistiskar ísraelskar zionistar, sum stovnaðu tað mest væleydnaða socialistiskt demokratiska samfelagið ið hugsast kann.

Henda týdningarmikla brúgv ímilum hesi bæði lond, sum hvør á sín hátt strembaðu eftir samleika, skapti enn ein søguliga positivan kapittul í tí góða sambandinum millum Ísrael, Danmark og kibuttzrørsluna.

Ein tann mest áhugaverdi veruleiki í okkara felags søgu er, at ímeðan tíðir skifta, so skiftir eisini fokus fyri tað tætta vinarbandið. Tá Ísrael gjørdist heimsins mest framkomna land innan tøkni og legði risa íløgur í gransking og menning, avgjørdi Danmark at opna eitt innovatiósentur í Tel Aviv, hetta fyri at hjálpa donskum fyritøkum, at fáa atgongd inn í tann ísraelska fíggjarpallin.

Tá Europa stóð fyri avbjóðingunum í samband við flóttafólkaspurningin, var ísrael tilreiðar at hjálpa og luta av sínum royndum og vitan, sum fá onnur lond í heiminum hava, tá talan er um nýggar innflytarar.

Tá ið Danmark verður hótt við cyperálopum, er Ísrael tilreiðar við síni servitan innan økið eins og løgfrøði, trygd, fregnarsemi.

Bæði londini arbeiða eisini tætt saman í stríðnum imóti víðgongdum islamistum, islamskum fundamentalistum, antisemitismu og atomhóttanum ímóti einasta jødiska statinum í heiminum.

Vit vilja hátíðarhalda at 70 ár eru liðin síðani Danmark viðurkendi statin Ísrael, tann 3 februar 1949 – mazel tov!

Davy Antebi
ísraelskur varasendimaður í Danmark

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo