Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Mentaráðharrin í Ísrael segði í ísraelskum sjónvarpi í gjár, at hann stuðlar kontroversiellar viðgerðir, sum skulu umvenda samkynd.

Viðgerðin hevur til endamáls at broyta kynsliga identitetin hjá samkyndum við sálarligari, andaligari ella um neyðugt kropsligari viðgerð.

Men viðmerkingin er ikki fallin í góða jørð og hevur fingið forsætisráðharran Benjamin Netanyahu til at taka frástøðu frá støðuni hjá ráðharranum.

- Viðmerkingin hjá mentaráðharranum um LGBT-samfelagið er ikki nakað sum eg góðtaki og endurspeglar ikki støðuna hjá ísraelsku stjórnini, sigur forsætisráðharrin í einum tíðindaskrivi sum hann eisini hevur lagt út á Twitter.

Ísraelska LGBT-samfelagið krevur, at Peretz fær fótin sum ráðharri fyri viðmerkingina, skrivar danska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo