Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Italienarin Adolfo Sormani ynskir at gerast nýggjur venjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.

Hetta veit Local.fo at siga.

Eftir at Lars Olsen boðaði frá í september, at hann gevst sum landsliðsvenjari á nýggjárinum, vendi Sormani sær til Local.fo fyri at vísa sín áhuga fyri starvinum.

Sormani hevur royndir sum venjari í Kina, Onglandi, Italia, Albania og, seinast, í Danmark, har hann var venjari hjá Vejle Boldklub.

Har gavst hann í mars í ár, eftir at hann flutti upp í Superliguna við felagnum í fjør.

Sormani hevur millum annað verið venjari hjá Viljormi Davidsen í Vejle, og eftir heimadystin ímóti Malta í oktober spurdi Local.fo Viljorm um Sormani.

- Mær dámar hann sum venjara. Hann er sera professionellur, og eg haldi, at hann kann kanska føra okkum longur fram á leið, segði Viljormur.

Local.fo hevur nú gjørt eina longri samrøðu við Sormani sjálvan.

Lesið samrøðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo