Í mínum arbeiði á sjógvi og landi havi eg hitt teir bestu gentilmenninar í ketildrakt og teir størstu skálkarnar í 'kjóla og hvítt'
- Richard B. Thomsen í Dansk Forfatterforening
Lesarin skrivar

Eg var stødd í vesturbýnum og skuldi heim til Hoyvíkar við bussinum. Eg ætlaði at taka bussin niðan til Ternurygg og so ganga heim eftir teimum ymsu gøtunum og njóta góðveðri, sum endiliga er komið eftir dagar í mjørka og regn.
 
Á Steinatúni flokka fólk til bussin. Alt ferðafólk. Ein útlendsk kvinna í bussinum rópti: “it’s free!” til onkran, ið stóð á Steinatúni. 
 
NEI tað er ikki ókeypis at taka buss. Bussleiðin verður goldin av skattgjaldarum í Tórshavnar Kommunu, so ja, bussurin er ókeypis fyri útlendsk ferðafólk.
 
Bussurin koyrir eftir R.C. Effersøes gøtu, Gundadali og tá komið var framvið Norðurlandahúsið hevði eg fingið nokk. Myndatól vóru alla staðni í bussinum og tað útlendska ferðafólki spurdi buss føraran næstan alla tíðina. 
 
Eg valdi at fara úr bussinum við buss skýlið við Tórsbreyt. Eg, sum eri ein skattgjaldari og harvið havi ein part av, at bussleiðin kann vera ókeypis, bleiv so mikið órógva av útlendskum ferðafólkum, ið brúka bussin 100% ókeypis, mátti fara irritera úr bussinum og áðrenn bussurin koyrdi avstað, sá eg, at eg, ímóti mínum vilja, var komin á film hjá onkrum av hesum ferðafólkunum. 
 
Eg standi síðan og bíði eftir næsta bussi, sum kann koyra meg næstan til mínar dyr og burt var hugurin farin at ganga frá Ternuryggi og njóta veðri.  Bussurin kemur og í bussinum eru eisini fleiri útlendsk ferðafólk. Men hesi eru meira friðarlig og órógva ikki við myndatólum og brúka ikki buss føraran sum ferðaleiðara. 
 
Tá bussurin var komin til buss steðgiplássi næstan beint við mítt hús, mátti eg siga við buss føraran, at hann skuldi fingið eyka løn eftirsum hann hevði eyka arbeiði sum ferðaleiðari og førarin mátti tíverri geva mær rætt í tí. 
 
Nú má okkurt gerast. Komið við Borgarakortinum ella okkurt. Hetta ber ikki til. Tað er deiligt at útlendsk ferðafólk vilja koma hendan vegin at síggja okkara vakra land.  Men bussleiðin er ikki ókeypis. Skattgjaldarar í Tórshavnar Kommunu hava goldið gjøgnum teirra skatt fyri at hava hesa tænastu “ókeypis”.... fyri okkum.
 
Ein borgari í Tórshavnar Kommunu
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo