Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Merkisdagar

Dánjal Joensen frá Lions Club Tórshavn handaði Ívari Iversen heiðursskjalið, ið staðfestir, at hann av Lions er kosin ársins borgari 2019

Ein av teimum trúgvastu og drúgvastu urguleikarunum í landinum, 88 ára gamli kvívíkingurin í Havn, Ívar Iversen, er av Lions Club Tórshavn kosin ársins borgari 2019. Hetta er ein heiður, Lions hevur latið í fleiri ár, og á fundi um dagarnar fekk Ívar á fundi hjá Lions handað heiðursskjal og eina lítla pengagávu.

Longu sum 14-15 ára gamal avloysti hann pápa sín við urguna í heimbygdini, Kvívík, har hann virkaði sum urguleikari í fleiri áratíggju, og síðani hava tónleikur og sangur verið hansara vørumerki alt lívið og er tað enn. Eisini hevur Ívar spælt í Kaldbak og í Havn, og til andaktir á røktarheimum í Havn og á hvíldarheiminum Nainu situr hann enn við urguna fleiri dagar um vikuna.

Í Útvarpskórinum og síðani í Havnarkórinum ljóðaði reina og klára rødd hansara heilt frá byrjan, og sum um tað ikki var nóg mikið, so hevur Ívar Iversen sungið fyri líki í Havn í meira enn hálvthundrað ár. Tí hevur Lions Club Tórshavn gjørt av at heiðra hann sum ársins borgara 2019 fyri virksemi og áhaldni hansara á tónleikaøkinum í Streymoynni í meira enn 75 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo