Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Mynd: KVF

Eg haldi ikki at síðstu fimm spurningarnir á quiztinum nú leygarkvøldið vóru rætt svaraðir ella rætt dømdir.

Borgarstjórin í Vága Kommunu gloymdi at nevna bygdina Múla, og fekk tí ikki stig fyri tann spurningin.

Samstundis gloymdi borgarstjórin í Hvannasunds Kommunu at nevna bygdina Slættanes í Vága Kommunu, men fekk kortini stig fyri rætt svar!

Hetta gjørdi at borgarstjórin í Hvannasunds Kommmunu vann við einum stigi.

Haldi bara at ein slíkur feilur er flovisligur fyri eitt alment Kringvarp...

Tað hevði verið áhugavert at fingið eina viđmerking frá KVF.

Ein lesari hjá vp.fo og lurtari hjá kvf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo